Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2023 08:58

Nýggj leiðsla hjá Leif Mohr

Mynd: Leif Mohr

Tíðindaskriv

Á nevndarfundi hjá Leif Mohr mánadagin 20. november varð samtykt at leggja fyritøkurnar Leif Mohr og LM Electric saman. Samanlagda felagið fer framyvir at eita Leif Mohr.

Á nevndarfundinum varð samtykt at styrkja um leiðsluna hjá Leif Mohr við Hjalmari Sjóvará, sum verður fíggjarstjóri og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri. Leivur Holm verður framhaldandi forstjóri í fyritøkuni.

Hjalmar Sjóvará er útbúgvin cand. merc. og hevur verið fíggjarleiðari hjá Leif Mohr og LM  Electric í skjótt 30 ár.

Kenneth Johannesen er útbúgvin sum bæði elektrikari og sterkstreymsverkfrøðingur, og hevur verið tekniskur leiðari hjá LM Electric í skjótt 5 ár.

Leif Mohr er stórveitari til føroysku vinnuna við alskyns el-tøkniligum tólum, er størsta el-fyritøkan í landinum og hevur handil við el-lutum til vinnuna og heimið. Seinastu vørurnar, sum eru lagdar afturat eru hitapumpur og sólpanel.

Leif Mohr hevur sett sær fyri at ganga á odda í grønu elektrifiseringini av føroyska samfelagnum.

Harafturat hevur Leif Mohr styrkt um deildina, sum arbeiðir við stýringum og automatikki til vinnu og størri bygningar.

Samanleggingin verður liðugt gjøgnumførd í 2024.

Myndatekstur:

Nýggja leiðslan hjá Leif Mohr. Frá vinstru Leivur Holm, forstjóri, Hjalmar Sjóvará fíggjarstjóri og Kenneth Johannesen, tekniskur stjóri. Aftanfyri á myndini sæst stovnarin av fyritøkuni Leif Mohr.