Almanna- og mentamálaráðið
Almanna- og mentamálaráðið hevur í samráð við fólkakirkjuna sent uppskot til kunngerð um samsýningar hjá kirkjutænarum og hjálparfólki í fólkakirkjuni til hoyringar.
Kunngerðin skal skapa greiðari reglur fyri samsýningum og lønum hjá teimum, sum virka sum kirkjutænarar, urguleikarar og øðrum hjálparfólki í føroysku fólkakirkjuni.
Tað hevur verið ynski frá bæði kirkjuráðum og Stiftsstjórnini at greiðari reglur verða ásettar um samsýningar og løn til hjálparfólk í fólkakirkjuni. Við hesi kunngerð fáa vit eina felags skipan, sum gevur øllum sama grundarlag at virka eftir”, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu.
Kunngerðin byggir á § 33 í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni. Har verður m.a. ásett, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri, hvussu nógv í mesta lagi kann verða latið í samsýning og løn, og hvussu hetta verður flokkað eftir útbúgving, førleikum og arbeiðsuppgávum.
Sambært uppskotinum kann samsýning fyri kirkjuligar tænastur í mesta lagi vera á lægsta lønarstigi í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Um arbeiðið krevur serligar fakligar førleikar, kann Stiftsstjórnin loyva, at samsýning verður ásett á øðrum grundarlagi.
Serligar reglur eru eisini gjørdar fyri urguleikarar, har samsýningin verður ásett eftir útbúgving og royndum. Eisini er eitt hámark ásett fyri tímatal í sambandi við ymsar tænastur, t.d. hámessur, brúðarvígslur og jarðarferðir. Hetta skal tryggja, at samsýning og arbeiðstíð verða sett í eina greiðari og meiri gjøgnumskygda legu.
Kunngerðin skal koma í gildi 1. januar 2026, og allar avtalur, sum ikki samsvara við nýggju reglurnar, skulu vera endurskoðaðar í seinasta lagi 1. januar 2027. Sostatt verður 2026 eitt slag av einum skiftisári.
Vit vilja tryggja, at fólkakirkjan um alt landið hevur góðar karmar at virka eftir”, staðfestir landsstýrismaðurin.
Freistin at gera viðmerkingar er 31. okt. 2025.