Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.06.2025 16:00

Nýggj koblingsstøð og battarístøð í Skálafirði

Mynd: SEV

SEV

Nú er klárt at fara undir bygging av nýggjari koblingsstøð og battarístøð í Skálafirði. Seinasta stig í fyrireikandi arbeiðnum varð tikið mikudagin 11. juni, tá sáttmalar vórðu undirskrivaðir við vinnandi tilboðsgevarar.

Fyri stórarbeiðstøkuna hevði J&K Petersen lægsta tilboð. Fyri EL- og HVS-arbeiðstøkurnar høvdu ávikavist EL.FO og Tangavirkið lægstu tilboð.

SNA, SMJ, PB-Consult og LBF hava staðið fyri prosjekteringini, og halda fram at hava eftirlit við byggingini.

Hákun Djurhuus, stjóri, Sev og Mortan Mortensen, stjóri, Tangavirkið skriva undir sáttmála

Fyrst verður farið at byggja nýggju koblingsstøðina. Tá hon er liðug, verður útgerðin í Skálafirði løgd um, og gamla støðin tikin niður.

Síðani verður farið undir battaríhøllina, sum skal hýsa battarískipanini. Alt arbeiðið verður mett at taka uml. 3 ár, og byrjað verður í august.

Hákun Djurhuus, stjóri, Sev og Sigtór A. Poulsen, stjóri, J&K Contractors.

Hetta verður triðja battaríhøllin í meginøkinum. Tann fyrsta varð bygd á Sundi og er tikin í brúk, meðan onnur er í gerð á Sandi.

Battarískipanirnar í meginøkinum eru neyðugar fyri at kunna fáa til høldar ein størri part av vindorkuframleiðsluni í meginøkinum.

Hákun Djurhuus, stjóri í Sev og Arne Debess, tekniskur stjóri hjá El.fo

Av tí at bygningurin er rættiliga stórur, so er nógv gjørt burturúr fyri at hava hann snøggan, einklan og hava hann at passa væl inn í umhvørvið. SNA hevur teknað.

Umboð fyri Sev og veitararnar, sum eru tengdir at verkætlanini.