Tíðindaskriv/ Løgtingið
Í samband við umskipanina av føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum, eftir at Erling Eidesgaard ikki longur hevur sæti í Løgtinginum, hevur nevndin í dag valt nýggjan formansskap. Ein samd nevnd valdi Bjørt Samuelsen til nýggja forkvinnu og Jenis av Rana til næstformann.
Umframt Bjørt Samuelsen og Jenis av Rana eru umboðini í nevndini Henrik Old, Karlot Hergeirsson, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni.
Í Útnorðurráðnum eru 18 umboð úr teimum trimum parlamentunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Útnorðurráðið varð stovnað í Nuuk í Grønlandi 24. septembur 1985.
Í ár eru tískil 40 ár liðin, síðan Útnorðurráðið varð sett á stovn. Hetta verður hátíðarhildið á ársfundinum, sum í ár verður hildin í Ilulissat í Grønlandi í august mánaði.