Tíðindaskriv
Roynd flutningsfólk hava funnið saman í nýtt virki, hvørs endamál er at bjóða einfaldar og álítandi flutningsloysnir til vinnuna.
Flutningur er nakað, sum bara skal virka. Tað skal vera einfalt og tað skal vera fleksibult. Tað skal sjálvandi eisini vera kostnaðarrætt. Alt hetta vita tey hjá Frakta. Tilsamans hava tey yvir 25 ára royndir í flutningsvinnuni, og stjóri felagsins, Helgi Justinussen, hevur áður myndað stóra flutningsdeild.
Frakta bjóðar flogfrakt, tá tað skal ganga skjótt og sjófrakt tá nøgdirnar eru stórar og flutningurin skal vera kostnaðarlættari.
Dentur verður lagdur á tætta samstarvið við kundarnar, umframt persónliga og álítandi tænastu. Frakta bjóðar seg at samskipa fraktina frá hurð til hurð fyri kundarnar, sum ikki skulu nýta sína dýrabæru tíð til at samskipa flutningin – hetta ger frakta fyri teg.
Skal vøran út í heim? Lat okkum levera hana fyri teg.
Skal vøran heim? Lat okkum levera tær hana.
Tú hevur eitt ynski, og Frakta tekur tað har frá. Vit gleða okkum, at frakta fyri teg.
Og vit eru longu farin til verka. Tíðliga í november verða fyrstu sendingarnar koyrdar út til kundar. Skalt tú hava okkurt við? Send okkum ein fyrispurning, so finna vit eina góða loysn til tín eisini.
Hitt okkum á frakta.fo, skriva til Helga á helgi@frakta.fo ella ring á 78 18 02
Deil á Facebook