Myndir: KVF
Kelda: KVF
Nýggja dokkin hjá Mest á Skála skal eftir ætlan vera liðug um ársskiftið 2024-2025. Tað sigur stjórin á MEST Mouritz Mohr í samrøðu við KVF.
Eisini, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, ætlar at ferð skal koma málið. Tí á borgarafundinum mikukvøldið legði borgarstjórin fram ætlan um at brúka grótið frá dokkini til nýggjan bátahyl, sum skal verða beint innan fyri verandi bátahyl á Skála.

