Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2022 10:41

Nýggj bók um víkargentuna ið hvarv í Grønlandi

NÝGGJ BÓK um 25 ára gomlu víkargentuna, Deanu Jacobsen, ið hvarv í Grønlandi í 1966 og ongantíð sást aftur, er komin í bókabúðirnar.

Leivur Hansen hevur skrivað og Mentanargrunnur Studentafelagsins  gevur út.

Við samrøðum og skjølum, ið higartil hava verið í varðveitslu hjá landsskjalasøvnunum í Grønlandi og Føroyum og ongantíð eru almannakunngjørd áður, roynir høvundin at lýsa, hvat hendi áðrenn, undir og aftaná sorgarleikin í Grátufjørðinum, har Deana var kokkur hjá tveimum útróðrarbátum úr heimbygdini.

Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv.

Trúlovaði hennara var við øðrum bátinum, sum hon var kokkur hjá, og ætlanin var, at tey bæði skuldu giftast, tá tey komu heim aftur um heystið.

Bókin “Deana – víkargentan, ið hvarv í Grønlandi og ikki sást aftur,” er prentað á Føroyaprenti. Hon er 118 síður og kostar 208 krónur.