Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2026 21:34

Nýggj bók – bókaframløga

Fólkakirkjan

“Í súginum av ljósi” er heitið á nýggjari bók, sum Meinhard Bjartalíð hevur skrivað. Talan er um prædikur og hugvekjur.

Bókin verður løgd fram í Glyvra kirkju hóskvøldið hin 29. januar kl. 19.30.

Í sambandi við bókaframløguna verður ein framsýning, har nøkur av listaverkunum, ið prýða bókina, verða sýnd fram m.a. eftir Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith, Heðin Kambsdal og Olivur við Neyst, ið hevur gjørt kápumyndina.

Í formælinum verður m.a. skrivað: ”Prædikurnar og hugvekjurnar í hesum savni spenna frá skapanini til endurreisnartíðina fyri øllum lutum, har hámarkið í alheimssøguni er Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun.  Umframt at tónin er gudfrøðiligur og trúfrøðiligur, er hann ljósur, bjartur og vónríkur, eins og heitið á páskaprædiku og savnið ber boð um: “Í súginum av ljósi.””

Prædikurnar eru kærkomnar at lesa sum lestrar í kirkjunum.

Í sambandi við bókaframløguna setir Kór Glyvra kirkju dám á løtuna. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.

“Í súginum av ljósi” er 295 blaðsíður og kostar 300,- kr

Prentumsiting:Estra 

Føroyskt Kirkjumál hevur givið bókina út.

Spjaldur