Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2024 10:19

Nýggj avtala um skúlabarnaflutning í Sunda kommunu

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Sunda kommuna og Heðin Zachariasen sp/f hava undirskrivað nýggjan sáttmála um skúlabarnaflutning.

Sunda kommuna hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Heðin Zachariasen sp/f um skúlabarnaflutning fyri inniverandi og komandi fýra skúlaárini nú skúlabarnaflutningurin hevur verði í almennum útboði. Sáttmálin er galdandi til á summri 2028.

Talan er um skúlabarnakoyring til og frá Skúlanum við Streymin har 1. – 10. flokkur úr allari Sunda kommunu ganga í skúla. Harumframt verða skúlabørnini í Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla í 1. – 3. flokki koyrd til Skúlan við Streymin í sambandi við ítrótt og svimjing.

Heðin Zachariasen sp/f hevur røkt skúlabarnakoyringina í Sunda kommunu síðan 2017 og er Sunda kommuna fegin um nýggja sáttmálan um skúlabarnakoyring við Heðin Zachariasen sp/f. 

Spjaldur