Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Nýsettu skúlaleiðararnir innan fólkaskúlaøkið hava verið á gátt hjá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen. Prátað varð um starvið sum skúlaleiðari og fjølbroyttu uppgávurnar bæði við atliti at læring og trivnaði.
Landsstýrismaðurin greiddi frá teimum ætlanum, sum eru í umbúna á fólkaskúlaøkinum, og tær broytingar, sum higartil eru samtyktar í løgtinginum. Eisini legði landsstýrismaðurin dent á samstarv og samskifti, sum eru so umráðandi førleikar í einum leiðslustarvi, og tann týdning, ið skúlaleiðarin hevur fyri virksemi skúlans.
Lanssstýrismaðurin handaði leiðarunum blómutyssi og ynskti teimum eydnu og blíðan byr í starvinum.
Leiðararnir eru:
• Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, sum er sett sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni.
• Veronika Petersen, sum er sett í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi
• Hilda Kjølbro, sum er sett í tíðaravmarkað starv sum einalærari í Haraldssunds skúla.