Fótbóltssamband Føroya
Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways verða nýggir høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum.
Seinnapartin hósdagin skrivaði Fótbóltssamband Føroya undir stuðulsavtalur við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.
Avtalurnar, ið eru galdandi næstu fimm árini, merkja, at hesar tríggjar fyritøkurnar verða høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum.
– Við samstarvinum fáa vit eitt sterkt og støðugt grundarlag at byggja á. Vit ynskja alla tíðina at menna okkara kappingar og kunnu við hesum avtalum arbeiða miðvíst við at lyfta tær upp á eitt hægri stig, samstundis sum vit skapa støðufesti og hava møguleikar fyri langtíðarætlanum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Í felag ynskja Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways at leggja dent á, at føroyskur fótbóltur verður bygdur á trivna og felagsskap kring alt landið, og at geva komandi ættarliðum íblástur til menning og samstarv.
