Nes kommuna
Seinnapartin var nýsetti ungdómsvenjarin hjá B68, Keven André Madsen og unnusta hansara, Sandra Idland, og vitjaðu á kommunuskrivstovuni.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, heilsaði teimum hjartaliga vælkomnum, greiddi teimum í stuttum frá um Nes kommunu, ynskti teimum alt tað besta og nýggja ungdómsvenjaranum hepna hond við arbeiðinum.
Kevin André Madsen kemur úr Noregi, er 28 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann byrjaði longu sum hjálparvenjari hjá smádreingjum, tá ið hann einans var 15 ára gamal. Síðan 2019 hevur hann verið venjari hjá fleiri liðum. Hann hevur royndir frá Frøya, sum var hansara barndómsfelag, Træff, Bryne, Frøyland og Sandnes Ulf.
Hann er útbúgvin ítróttarleiðari, og seinastu tvey árini hevur Kevin André Madsen arbeitt fulla tíð sum ítróttarstjóri fyri barna- og ungdómsdeildina hjá Sandnes Ulf.
Kevin André Madsen hevur seinastu mongu árini eisini fylgt væl við í føroyskum fótbólti, og av tí sama hevur hann lært seg at tosa føroyskt.
Kevin André Madsen og unnustan, Sandra Idland, búgva á Nesi.
