Tann 26. juni í ár, avgjørdi North Atlantic Council, sum er hægsti myndileiki í verjusamgonguni, NATO, at seta 57 ára gamla niðurlendingin Mark Rutte til nýggjan aðalskrivara, eftir at Jens Stoltenberg hevur røkt starvið síðani 2014.
Nýggi aðalskrivarin er tó ikki heilt ókendur um okkara leiðir.
Tí tað var tann 21. juni í 2017, tá, nú fyrrverandi hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, ringdi og hótti Aksel V. Johannesen, táverandi og núverandi løgman.
Tað sum førdi til, at ovasti leiðarin í Hollandi ringdi til Føroyar, var, tí fiskivinnunýskipanin sum tá skuldi setast í verk í Føroyum viðvíkjandi útlendskum ognarskapi, kundi fáa stóra ávirkan á hollendsku fyritøkuna PP í Hollandi, sum átti í føroyskari fiskivinnu.
Hóttanir, sum bæði Aksel V. Johannesen, og Høgni Hoydal hava vátta fóru fram, í samrøðu við KVF tann 13. apríl 2021.
Tí er kanska freistandi at hugsa tankan; at um harra Rutte, sum táverandi hollendskur forsetisráðharri kundi hótta ovasta myndleika í Føroyum, Føroya løgman. Um hann so ikki eisini, sum ovasti leiðari í NATO, kann fara at hótta løgman og føroyingar um neyðugt, nú alsamt meira og meira NATO hernaðarvirksemið er kring oyggjarnar.
Mark Rutte tekur formliga við starvinum tann 1. oktober 2024.