Tað hevur verið teska í krókunum í eina tíð, men sum Eysturoyarportalurin skilir, so er veruligt hald í prátinum. Eysturoyggin verður nú ein kommuna.
Sum skilst, so hava allir 7 borgarstjórarnir í Eysturoynni, saman við Karl Johansen, borgarstjóranum í Klaksvík, sitið á loynifundum seinastu vikurnar, har arbeitt hevur verið ítøkuliga við at skipað arbeiðið við eini sokallaðairi “Great Union” ella Stór-eind kommunu fyri allar kommunurnar í framleiðsluføroyum.
Størsta orsøkin til hetta arbeiðið, er ónøgdin um allan tann fíggarliga missin, sum oyggin missur, har peningurin ístaðin endar í høvuðsstaðnum. Talan er um hundratals milliónir sum kommunukassarnir missa árliga.
Hóast eingin av borgarstjórunum enn vil úttala seg alment, so hava nakrir longu óalment vátta at hałd er í tíðindinum.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, váttar at allir borgarstjórarnir hava sitið saman, men vil ikki nágreinað hvat tosa hevur verið um.
Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur seg onga viðmerkinga hava, men biður okkum ringja aftur seinni.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, tekur ikki telefonina, men í einum stuttum sms-boðum sigur hann, at hann er ikki á kontórinum hesa vikuna.
Sum skilst, so er arbeiðið komið so mikið áleiðis, at eitt tíðidaskriv verður sent miðilunum seinni í dag.
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, er kunnaður um arbeiðið, og hevur givið “grønt ljós” til ætlanina.
Tá ið Eysturoyarportalurin fekk orðið á borgarstjóran í Runavíkar kommunu tíðliga í morgun var svarið bert: “Hoc est magnum mendacium. memento quo die est.”