Tað hevur leingi verið átrokandi at fingið vegin til Elduvíkar asfalteraðan. Og nú verður so farið undir arbeiðið.
Landsverk boðar frá at, vegna asfaltarbeiði verður Elduvíkarvegurin stongdur frá týsdegnum frá 9. september til týsdagin 30. september, frá kl. 09.00 til 18.00.
Ferðslan verður leidd ígjøgnum kl. 11.00, 13.00, 15.00 og 17.00.
Undantikið leygardagar og sunnudagar, tá verður ikki arbeitt, og vegurin er opin sum vanligt.