Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2022 16:19

Nú “grønkast” við Løkin

Myndir: Eysturoyarportalurin

Fyri viku síðani var Eysturoyarportalurin ein túr við fótbóltsvøllin við Løkin, at hyggja eftir hvussu arbeiði gekk við at leggja nýggja grasvøllin á. Tá var arbeitt við sjálvum undirlagnum, og arbeiðið hevði gingið væl var sagt.

So í dag var farið aftur at fregnast, og nú byrjaði tað at “grønkast”. Fyrsta rullan av kunstgrasið var rulla út í dag, har menn vóru í gongd við at festa hana.

Arbeiði at leggja grasið, má gerast í turrum veðrið skilst á lagnum. Og komandi dagarnar sigst at fara at verða turt sambart veðurforsøgnunum.

Ætlanin er at vøllurin skal verða klárur áðrenn 17. septembur.