Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2025 13:39

Nú fær Føroyar eitt Brekumboð

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Í dag verður søguliga starvið sum Føroya fyrsta Brekumboð lýst leyst at søkja. Talan er um eina nýggja fyriskipan, sum Løgtingið samtykti við Løgtingslóg um Brekumboð, og sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og lívskor hjá fólki, ið bera brek.

Tað er eitt stórt og týðandi stig fyri Føroyar, at vit nú fáa eitt sjálvstøðugt og óheft Brekumboð, sum skal arbeiða fyri at verja og fremja rættindi hjá fólki, ið bera brek. Hetta er eitt stig, sum bæði MEGD og altjóða stovnar hava umbiðið, og eg eri fegin um, at vit nú eru komin so langt,” sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Brekumboðið fær millum annað til uppgávu at hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan, at veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar og at birta kjak um viðurskifti, sum hava týdning fyri fólk, ið bera brek. Umboðið kann ikki taka avgerðir í einstøkum málum, men hevur heimild at siga sína hugsan um viðkomandi viðurskifti alment.

Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa skipanina í lag, men nú er starvið alment lýst leyst. Talan er um eina tíðaravmarkaða setan í fimm ár, við møguleika fyri leingjan. Umsóknarfreistin er mikudagin 20. august 2025 kl. 12.00. 

Starvslýsingin kann lesast HER