Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2023 11:52

‘- Nú eru mennirnir farnir heim at sova

Mynd: Eysturoyarportalurin

Eysturoyarportalurin fekk orðið á Brunaumsjónarmannin hjá Eysturkommunu, Sørin Djurhuus, beint sum hann var á veg heim í song eftir eina langa arbeiðsnátt. Hann hevði júst tá sent allar sløkkiliðsmennirnar, sum eisini hava verið til arbeiðis alla nátt, heim at sova.

-“Tað hevur verið av ringasta veðrið og sera nógv at gera tað seinasta døgnið. Frá kl. 16.00 í gjár og til miðnátt fingu vit 6 skaðafráboðanir. Men frá miðnátt og fram til kl 10.30 í morgun hava vit fingið heili 36 skaðafráboðanir. Nógv tær mestu eru úr Leirvík, har skaðarnir eru nógvir og ymiskir. Tað ógvusligasta var nokk at tekjan reiv á einum húsum við fólkið inni.”

Sørin sigur víðari, at út í mót 1/3 av skaðafráboðanum í Føroyum eru nokk komnar úr Eysturkommunu.

Hann heitir staðiliga á fólk um at tryggja alt leyst tilfar og annað, sum kann fara í vindinum seinni í kvøld og nátt.