Mynd: Hans Jákup Mikkelsen
Lesarabræv
Síðani Tróndur í Gøtu doyði av sorg og sút yvir Føroyaland í 1035, hava Føroyar verið á útlendskum hondum. Tá Leivur Øssursson, sum Tróndur í Gøtu hevði fostrað, gjørdi av við allar gøtuskeggjar í Kirkjubø, var einki hjá Tróndi at liva eftir.
Leivur Øssursson tók Føroyar í len frá Magnusi kongi Ólavssyni, og síðani hava føroyingar ongantíð rátt í egnum landi. Ei væntast gott fyri føroyingar, tá ið aðrir stýra og ráða. Óklár ofta tíðindir vera úr hesum landi at fáa.
Høvuðsorsøkin til at vit ikki hava tikið fullveldið er blokkstuðulin úr Danmark, men nú eru føroyingar ríkari enn danir. BTÚ pr. íbúgva er hægri í Føroyum enn í Danmark. Livistøðið er hægri fyri ein vanligan føroying enn ein vanligan dana. Tí er eingin orsøk til at lata danir ráða og gjalda.
Fyri 1035 vórðu Føroyar stýrdar úr Gøtu. Eftir 1035 vórðu Føroyar stýrdar úr Bergen og eftir 1814 vórðu Føroyar stýrdar úr Keypmannahavn, og nú er stundin, har vit skulu taka valdið í egnum landi og flyta tað heimaftur, her tað náttúrliga hoyrir heima.
Fleiri dømir eru um, hví vit skulu stýra sjálvi. Danmark er ov ofta í tvístøðu, tá talan er um Føroyar. Kendasta dømi er, tá Danmark stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum, so ES kundi misbrúka sína makt ímóti Føroyum.
Dømir eru um, hvussu danska embætisstættin uppígjøgnum øldir hevur kúgað føroyska fólkið. Tað er kanska ikki neyðugt at taka tey fram her. Men nógmikið at siga, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og at danir skylda okkum stuðul í tí avgerðini.
Løtan er tann rætta, tí Danmark skal nú til at byggja sína verju orsakað av spentu støðuni í Ukraina. Tað er eingin orsøk, at Føroyar eru við í tí. Betri er, at føroyingar sjálvir byggja sína verju saman við teimum samstarvslondum, sum Føroyar meta eru tey røttu.
Føroysku fólkatingslimirnir eru í løtuni partur av donsku stjórnini og eru í ferð við at innsigla føroyska frælsi inn í tann danska statin.
Um eitt kríggj verður í okkara parti av heiminum, megnar Danmark ikki at verja okkum. Danmark hevur onga nevniverda verju í løtuni. Um kríggj verður, fara Føroyar undir Bretland, meðan kríggið er, eins og tað hendi undir øðrum veraldarbardaga. Sostatt er eingin orsøk til at gera nakra avtalu við Danmark um verju ella at vera partur av Danmark, tá geopolitisku linjurnar skulu leggjast.
Geopolitikkur er primitivur. Tað er spurningur um harradømi í heiminum. USA hevur havt harradømið í heiminum síðani annan veraldarbardaga. Nú bjóðar Kina av umframt Russland.
Semjan í heiminum at øll lond samstarva og handla við hvørt annað hvørvur. Hetta hevur verið ein naivur hugsunarháttur, sum vit øll hava havt. Altjóðagerðin gjørdi, at framleiðslan var løgd, har tað var bíligast at framleiða og síðani breidd út til keyparar um allan heim.
Hetta er ein farin tíð, og lond trekkja nú framleiðsluna heimaftur fyri at tryggja sær neyðugar vørur til sítt fólk. So nú skulu lond velja, hvørjum tey eru saman við. Og vit í vesturheiminum hava valt USA.
Føroyar skulu hava beinleiðis samband við Bretland og USA og okkara granna fyri vestan, Ísland, og okkara granna fyri eystan, Norra. Tað er eingin orsøk til, at Danmark skal hava ein leiklut í hesum. Útnyrðingur skal tað av landinum føra – sum sápubløðra.
Lat okkum kenna okkum sum føroyingar. Enn kann tað teljast á okkara ennum, hvaðan rótin rennur. Lat okkum taka lógvatak saman og ímóti útlendskum ganga – tað sláa undir vanga.
Tað hendir nógv úti í heimi, sum føroyingar sjálvir skulu taka støðu til. Eitt kríggj er í Evropa, og geopolitiskar rembingar eru á fleiri støðum.
Tað er best, at føroyingar sjálvir taka støðu enn at leggja okkum undir veingirnar á Danmark. Tað er so skjótt, at Danmark ger ein feil. Tildømis hevur Danmark játtað amerikonsk vápn á danska jørð. Slíkt skulu vit sjálvi taka avgerð um.
USA er sera áhuga í Føroyum í løtuni. Orsøkin er radarin, sum skal fjala eitt hol, sum í dag er í føroyskum loft- og sjóøki. USA kann møguliga rinda fyri hesa tænastu ájavnt við danska blokkin. Soleiðis kunnu Føroyar gerast leysar av donskum stuðli í morgin.
Einasti vandin viðvíkjandi fullveldi er eftirlit. Tað hevur stóran týdning, at eftirlitið við føroyskum bankum verður uttanlands eins og tað er í dag. Tað skal eisini vera galdandi fyri løgreglu og rættarskipan. Føroyingar eru ov fámentir til slíkar uppgávur, tí skyldskapurin millum føroyingar er ov tættur. Men tað er lætt at útveita slíkar uppgávur.
Og so er tað sjúkrahúsverkið. Føroyar skulu vera partur av einum norðurlendskum sjúkrahúsverki til okkara borgarar eins og í dag. Føroyar eru ov lítlar til at hava serlæknar á øllum økjum, og tí skulu Føroyar hava atgongd til eitt nú Ríkissjúkrahúsið.
Annars er eingin orsøk at hugsa um onnur viðurskifti, og megna vit nógv betri at stýra Føroyum enn danir.
So tað er at taka fullveldi nú. Stundin er komin til handa. Tað eru 988 ár síðani, Tróndur í Gøtu doyði og 135 ár síðani jólafundin. Ongin orsøk er at bíðja longur.
(brot úr yrking hjá Jóannesi Paturssyni er við í hesari grein. Hon varð fyrstuferð lisin upp á jólafundinum í 1888)
