Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Starvsnevndin hjá NSÍ: ‘Vit harmast um útsøgnina hjá landsliðsvenjaranum’
Fríggjadagin stóð at lesa á dimma.fo, at landsliðsvenjarin Håkan Ericsson biður Klæmint A. Olsen skifta felag.
Starvsnevndin hjá NSÍ tekur staðiliga frástøðu frá hesi útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum. Nevndin metir, at tað er sera óheppið, at landsliðsvenjarin alment heitir á ein leikara um at skifta felag.
Føroyingar hava javnan kjakast um landsliðsúttøkurnar, og tað er natúrligt. Kann ein leikari spæla við triðbestu deildini í Norra? Kann ein skaddur leikari vera í hópinum? Kann ein leikari uttan felag spæla við landsliðnum?
NSÍ er eitt stórt felag í Føroyum. Hóast besta mansliðið tekur eitt ár í næstbestu deildini, so eru ambitiónirnar enn tær somu. Felagið er í eini spennandi tilgongd, har bygnaðurin er endurskoðaður og fleiri leikarar hava skrivað undir. Felagið hevur eisini nýliga skrivað sáttmála við ein nýggjan leikara, sum ígjøgnum fleiri ár hevur útmerkað seg í bestu deildini.
Hesi almennu boðini frá landsliðsvenjaranum koma sera illa við í fyrireikingunum hjá NSÍ. Nakrir mánaðir í næstbestu deildini broyta einki. Venjingarstøðið verður tað sama, og besta mansliðið verður eftir ætlan aftur at síggja í toppinum av føroyskum fótbólti innan eitt ár.
Við ítróttarkvøðu
Starvsnevndin hjá NSÍ
Deil á Facebook