Toppdystur hjá monnum í Betri deildini er við Løkin fríggjakvøldið, tá ið NSÍ og KÍ bresta saman. Í tí sambandi væntast nógv fólk til dystin.
Tí hevur NSÍ sent soljóðandi skriv út:
Praktisk kunning viðvíkjandi dystinum millum NSÍ og KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag fríggjakvøldið kl. 20.00.
Av tí, at tað væntandi verða nógvir áskoðarar til dystin, er viðheft eitt yvirlit yvir parkeringspláss í nærumhvørvinum.
