Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.02.2023 14:28

NSÍ tapti tepurt móti 07 Vestur í VFF Cup

Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin (Savnsmynd)

Seinastu dystirnir í VFF Cup verða leiktir í dag. Nakrir eru leiktir, meðan aðrir verða leiktir seinni í dag. Ein av teimum sum er liðugur, er dysturin millum 07 Vestur og NSÍ, sum var byrjaðir á Tórsvølli kl. 11.00 í morgun.

07 Vestur vann dystin 2-1. Tað var annars NSÍ sum legði seg á odda, tá Áron Høj skoraði í 19 minutti. Men 07 Vestur javnaði í 57 minuttir og brekkan gjørdist tung hjá NSÍ, tá Betuel Hansen fekk reyða kortið í 59 minutti. 07 Vestur skeyt sigursmálið í 75 minuttir.

Liðið hjá NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Oddur Højgaard, Pætur Hentze – Áron Høj, Beinir Nolsøe, Betuel Hansen, Dion B. Splidt, Jógvan Højgaard, Mórits Heini Mortensen – Stefan Løkin

Seinni komu hesir inn: Atli D. Petersen, Hans Marius Davidsen, Andri Benjaminsen, Sølvi Sigvardsen, Teitur Knudsen, Mamuka Toronjadze, Yehor Korytskyi