Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2022 12:21

NSÍ: Stuðulsrenningin er í kvøld kl 18.00

Mynd: við Løkin

Tey sum ynskja at stuðla gera soleiðis:

– Flyt eina upphædd, áðrenn stuðulsrenningina á konto 9181-122.5040 og viðmerk ungdómsliðið hjá leikaranum. Dømi: G7 fyri gentur undir 7 ár og D11 fyri dreingir undir 11 ár.

Rinda við gjaldskorti ella kontant í kioskini á degnum.

Stuðulsrenning til frama fyri ungdómsarbeiðið hjá NSÍ.

Mikudagin 28. september 2022 kl 18:00 verður tann árliga stuðulsrenningin fyri NSÍ á vøllinum við Løkin í Runavík. Stuðulsrenningin verður fyriskipað fyri at savna inn pening til raksturin av ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ.

NSÍ ger árliga íløgur í keyp av bóltum, venjingarútgerð og at útbúgva ungdómsvenjarar fyri at styrkja og menna ungdómsarbeiðið, og er stuðulsrenningin ein týðandi partur av rakstrinum hjá ungdómsarbeiðinum.

Renningin verður skipað soleiðis, at øll ungdómsliðini, venjarar, Betri Kvinnur og Betri Menn møtast við vøllin við Løkin og í felag renna ein tein.

Tað ungdómsliðið, sum rennur mest pening inn pr. leikara, vinnur ein bowlingtíma.

Soleiðis stuðlar tú:

– Flyt eina upphædd, áðrenn stuðulsrenningina á konto 9181-122.5040 og viðmerk ungdómsliðið hjá leikaranum. Dømi: G7 fyri gentur undir 7 ár og D11 fyri dreingir undir 11 ár.

– Rinda við gjaldskorti ella kontant í kioskini á degnum.

Eftir rennitúrin verður hugni fyri øllum, sum eru komin til tiltakið. Vónandi síggja vit

nógv børn, systkin, foreldur, familju og NSÍ-arar til eitt hugnaligt stuðulstiltak.