Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 16:57

NSÍ skal til Finnlands

Mynd: Eyp.fo

NSÍ skal møta størsta felagnum í Finnlandi, HJK Helsinki.

HJK Helsinki hevur tó verið í fleiri hornatøkum við føroysk feløg áður.

Í 1994 møttu teir B71 í UEFA Cup Winners’ Cup. Dysturin í Føroyum endaði 0-5, meðan dysturin í Finnlandi endaði 2-0 til HJK. Samanlagt 7-0.

Í 2018 var tað so Víkingur úr Eysturkommunu sum tók móti finnunum í UEFA Champions League. Á Svangaskarði, vann HJK ein 1-2 sigur. Málið hjá Víkingi skeyt Gunnar Vatnhamar. Á útivølli, eina viku seinni, vann HJK 3-1. Málið hjá Víkingi skeyt eisini Gunnar Vatnhamar. Samanlagt 5-2 til finnar.

Árið eftir, í 2019, var tað HB sum stóð fyri tørni eisini í UEFA Champions League. Á útivølli yviri í Finnlandi vann HJK 3-0. Meðan dysturin í Føroyum endaði við javnleiki 2-2. HB var eitt skifti á odda 2-0. Málini hjá HB skutu Sebastian Pingel og Lasse Andersen. Samanlagt vann HJK 5-2.

Og í fjør, í UEFA Conference League innleiðandi, mundi tað eydnaðist KÍ at varpar liðið úr Finnlandi út. Fyrri dysturin, sum varð leiktur á Tórsvølli, endaði 2-2. KÍ var á odda 2-1 heilt til 93 minuttir vóru leiktir. Málini hjá KÍ skutu Árni Fredriksberg og Hallur Hansson. í útidystinum, í Finnlandi, tapti KÍ 2-1. Tað var tó eftir at Árni Fredriksberg hevði lagt KÍ á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Samanlagt vann HJK 4-3.

NSÍ skal byrja á heimavølli og eftir ætlan verður dysturin leiktur tann 10. juli, á “heimavølli” í Klaksvík.