Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.07.2025 20:45

NSÍ kvinnurnar taptu

Mynd: NSÍ

NSÍ heimasíðnan skrivar soleiðis um dystin sum varð leiktur í norðurmakedoniska høvuðsstaðnum Skopje í dag:

Vit tapa tíverri 4-1.

Fyrsta partin av fyrra hálvleiki vóru vit væl við og høvdu fleiri málmøguleikar. Vit komu eisini framum 1-0 aftaná 12 minuttir. Málið skoraði Rebekka Benbakoura.

Vit hava ein dyst aftur leygardagin, 2. august, kl. 11.00 lokala tíð (kl. 10.00 føroyska tíð). Tá spæla vit ímóti NSA Sofia úr Bulgaria. Fyrireikingarnar til tann dystin eru nú farnar í gongd og vit gleða okkum!

NSÍ flaggið var við á áskoðaraplássinum – familjan hjá Rebekku er komin allanvegin úr Føroyum at stuðla okkum.

Liðið:

NSÍ: Rannvá við Streym – Jonnhild á Sondum (Lena Olsen, 66.), Sigrid Jacobsen (Naomi Hansen, 75.), Dania Olsen (Mirjam Huneck, 66.), Helga Mikkelsen (Natalia Olsen, 66.) – Evelin Mastropasqua – Brá Zakariasardóttir, Julia Mortensen, Sara Lamhauge, Rebekke Benbakoura (Emma Charlotta Knudsen, 83.) – Heidi Sevdal

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Abigail Mensah og Rúna Olsen.

Myndir: NSÍ