Yksi kaksi kolme neljä – eitt tvey trý fýra!
Soleiðis taldi formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, í gjárskvøldið meðan máltalvan í Klaksvík vísti eitt mál og annað fyri.
Hann og øll rundan um vøllin vóru vitni til eitt av størstu føroysku brøgdunum í føroyskum liðfótbólti nakrantíð.
NSÍ snøgt sagt hølvaði stórfelagið í Finnlandi av heili 4-0 á ”heimavøllinum” við Djúpumýru í Klaksvík.
Nú Eysturoyarportalurin fekk orðið á formanninum í dag, so var tað ikki sørt, at hann var ein stoltur og nøgdur maður.
Hann sigur at hann varð blástur um koll av úrslitinum og avrikinum hjá hansara monnunum.
-Løtan í Klaksvík í gjár var næstan dreymakend. Má viðganga, at eg havi ikki verið so spentur upp til dystin. Soleiðis eri eg bara sum persónur av lyndi, serliga til tílíkar dystir.
-Men eftir tað sum hendi í gjár, so eri eg bara ovurfegin og stoltur av okkara monnum og okkara felagið.
Hatta var eitt fantastiskt liðavrik, samstundis sum at alt fólkið aftanfyri eisini eigur stórt rós uppiborið. Og ein serlig tøkk til okkara viðhaldsfólk/guliganz. Sum vóru framúr allan dystin!
Men hóast eitt sera gott úrslit og eitt framúr gott útgangsstøðið til returdystin í Helsinki komandi hósdag. So er tað ein formaður, sum hevur bæði beinini væl plantað niðri í jørðini.
Uppá spæla standa uml. 2,5 mió. Men tað er kortini ikki nakað sum órógvar formannin og vil hann ikki hoyra talan um nakran vinning enn.
-Vit eru bara komin hálva leið. Arbeiðið er bara hálvgjørt. Enn resta 90 minuttir av gróthørðum arbeiðið frá okkara monnum. Nú fara vit at fyrireika okkum væl til dystin í næstu viku, og so fara vit at síggja hvussu langt tað ber.
Sum skilst, so er áhugin fyri at ferðast til Helsinki ovurhondsstórur eftir úrslitið í gjár. Hetta vátta formaðurin eisini. Hann sigur, at tað er latið upp í hendurnar hjá Fonn Flog at skipað fyri.
Ferðalagið við leikarum, venjarum og nevnd fer tó avstað týsdagin.
Um NSÍ vinnur, spælir javnt, ella ikki tapur við meira enn 3 málum og spælir seg víðari, so stendur bulgarska felagið FC Arda Kardzhali og bíðar.
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
elcon
Rókin