NSÍ leikararnir høvdu seinastu venjing á Stadio Cornaredo í gjárskvøldið, áðrenn dystin ímóti FC Lugano í kvøld.
Sambært veðurforsøgnunum, so verður tað heitt hjá NSÍ leikarunum at spæla. Hitin fer at liggja uml. 25-30 stig.
Og hesuferð verður mótstøðan eisini harðari enn undanfarnu dystir – FC Lugano er eitt av stóru feløgunum í Sveis og liggja á 2. plássi á stigatalvuni aftaná fyrstu tvey umføruni í heimligu kappingini.
Dysturin byrjar kl. 19.30 føroyska tíð og kann stroymast her ella her.
Um so er, at NSÍ skuldi leikt seg víðari, so skulu teir møta tapandi liðið av dystunum millum PFC CSKA Sofia (Bulgaria) og Maccabi Tel Aviv FC (Ísrael).
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
FBS – Føroya Betongsaging
Kiosk Vár
Voyt