NSÍ og HJK Helsinki møtast í UEFA Conference League dysti í morgin við Djúpumýru í Klaksvík. Ein dystur sum mong viðhaldsfólk av eystaraarmi á Skálafjørðinum gleða seg nógv til.
Men sum mong kanska ikki vita, er, at um lagnan vildi tað bert eitt lítið sindur øðrvísi, so hevði ein av evnaríkastu leikarunum hjá NSÍ, Petur Knudsen, í dag havt sína fótbóltsyrkisleið hjá HJK Helsinki og á Töölö Football Stadium ella betri kent sum Bolt Arena í Helsinki.
Tíðliga í 2021 byrjaði veruligur røringur at koma í. Stórfelagið í Finnlandi hevði fingið eyguni upp fyri einum fótbóltsúrmælingi sum rann úti við vøllin við Løkin. Og ikki gekk long tíð áðrenn veruligar samráðingar tóku seg upp um eitt skifti.
Løgd var ein miðvís ætlan um, hvussu Petur skuldi víðarimennast í Finnlandi og síðani verða seldur aftaná eitt til tvey ár, antin til Italia, Skotlands ella Ongland.
Hetta var ein langtíðarætlan hjá felagnum, sum hevði eydnaðist sera væl seinastu nógvu árini, við sølum sum t.d. av Alfredo José Morelos Aviléz til Glasgow Rangers, Lassi Roni Kasperi Lappalainen til Bologna og Aapo Ilmari Halme til Leeds United.
Áhugin frá HJK Helsinki varð nú vorðin so stórur, at eitt veruligt sáttmálauppskot lá á borðinum, púra klárt at skriva undir hjá unga runavíkinginum.
Hann minnist eisni hvussu spent tey øll vóru, nú eitt dreymaskifti var beint á gáttini.
Men av ymsum orsøkum, sum t.d. at feløguni ikki orduliga kundu koma ásamt um ein prís, so fór handilin tíðanverri ongantíð í gjøgnum. Og til endans fjarðaði tað heila bara út. Hóast fleiri royndir at finna semju vóru gjørdar, so eydnaðist tað ongantíð at fáa skiftið ígjøgnum.
Eitt mist leikaraskifti, sum harmar hann eitt sindur í dag. Tað kundi verið sera spenanndi at roynt seg í einum so stórum og siðvandum felagið sum HJK, og síðani sæð hvussu langt tað kundi røkkið, sigur hann.
Seinni endaði hann so í Lyngby BK í Danmark har hann t.d. leikti í Superligaen og 1. division, árenn hann fór til El Paso í USA.
Petur er ikki er tøkur til evropeisku dystirnar hjá NSÍ í summar, eftir at hann noyddist av vøllinum við skaða í landsdystinum ímóti Georgia í juni. Hann vónar tó at verða klárur eftir summarsteðgin, tá ið landskappingin byrjar aftur.