Hóast eina greiða 4-0 leiðslu frá fyrra dystinum í Klaksvík fyri viku síðani, so megnað NSÍi ikki at spæla seg víðari.
5-0 til heimaliðið úr Helsinki gjørdist úrslitið í kvøld. Finnar løgdu stórt trýst á NSÍ allan dystin, har runavíkingar mest sum bert lógu afturi og vardu. Uppgávan gjørdist eisini truplari fyri NSÍ, tá ið Fabian Ness fekk beinleiðis reytt kort longu í 15 minutti.
So aftur í kvøld eitt stórt vónbrot fyri føroyskan fótbólt har leikluturin hjá NSÍ í Europa er av á hesum sinni.
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
elcon
Rókin