Ein søga um eitt felag við stoltum siðaarvi, ein býur við suðurlendskari sál – og eitt nýtt kapittul í føroyskum fótbólti.
Tá fólk hugsa um Sveis, ímynda tey sær ofta Alpurnar, ur og bankar. Í fótbóltshøpi eru tað somuleiðis feløg sum FC Basel, BSC Young Boys og FC Zürich, ið vanliga fylla yvirskriftirnar.
Men heilt suðuri í landinum, við markið til Italia, liggur eitt annað felag, ið seinnu árini hevur gjørt um seg í evropeiskum fótbólti – FC Lugano.
Hetta er eisini fyrstu ferð at eitt føroyskt felag skal møta hesum felagnum úr Sveis.
FC Lugano spælir sínar heimadystir á Stadio Cornaredo sum tekur 6.330 áskoðarar.
Felagið umboðar eina heilt aðra mentan enn flestu sveisisku fótbóltsfeløgini í landinum. Her verður tosað italienskt, kaffibarrinar minna um Milano, pálmar vaksa fram við vatninum, og lívið gongur í einum øðrvísi tempo enn í Zürich ella í Bern.
Felagið hevur heimstað í vakra býnum Lugano, sum liggur í kantonini Ticino, bert fáar kilometrar frá italska markinum. Tað merkir eisini, at felagið hevur eina heilt serliga mentan, ið skilur seg frá restini av Sveis.
Søgan hjá FC Lugano
FC Lugano varð stovnað í 1908 og er eitt av eldru feløgunum í Sveis. Felagið vann sítt fyrsta meistaraheiti longu í 1938 og hevur síðan vunnið sveisiska meistaraheitið tríggjar ferðir (1938, 1941 og 1949).
Í nógv ár var FC Lugano eitt støðugt lið í bestu deildini, men felagið hevur eisini havt truplar tíðir. Í 2003 fór felagið á húsagang vegna álvarsamar fíggjarligar trupuleikar og mátti tískil byrja av nýggjum niðri í lægri deildunum.
Endurreisnin hevur verið framúr. Í dag telist FC Lugano aftur millum bestu liðini í Sveis og hevur fleiri ferðir spælt seg út í evropeiskan fótbólt.
Ein býur við italienskari sál
Lugano er ikki ein vanligur sveisiskur býur.
Meðan flestu sveisarar tosa týskt ella franskt, er italienskt høvuðsmálið í Lugano. Býurin hevur umleið 65.000 íbúgvar og liggur við vakra Lugano-vatnið, umgyrdur av høgum fjøllum.
Tað er júst henda samansetingin av alpum, vatni og italskari mentan, sum ger býin serstakan. Gøturnar eru fullar av caféum, smáum handlum og pálmum, og veðurlagið er nógv mildari enn í norðara partinum av Sveis.
Lugano verður eisini ofta nevndur “Miðjarðarhavsbýurin í Sveis“, tí nógv kenna seg nærri Milano enn Zürich.
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
FBS – Føroya Betongsaging
Kiosk Vár
Voyt