Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.08.2026 10:59

NSÍ í Conference League: Heim við 2-0 tapið

NSÍ mátti lútað niðri í nógva hitanum á Stadio Cornaredo í gjárskvøldið. Tað gjørdist til eitt 2-0 tap móti favorittinum FC Lugano úr Sveis.

Heimaliðið skoraði longu í 7 minutti, meðan NSÍ kláraði at halda ímóti trýstinum heilt til 80 minutt, tá ið heimaliðið skeyt næsta málið.

Enn livur uppgerðin, hóast tað verður torført, so er tað ikki ómøguligt at vinna innaftur eina 2-0 leiðslu. Tað er sætt áður, og við einum føroyskum veðurlagið og heimaáskoðarum í rygginum kann nógv henda.

Heimadysturin verður spældur hósdagin 13. august kl. 18.30 við Djúpumýru í Klaksvík.

Dystarøkið letur upp kl. 17.15, og inngongdin letur aftur kl. 18.45.

Leinkjan er her:

https://www.atgongumerki.fo/events/3712398

Prísir

-Vaksin: 100 kr.

-Rørslutarnað við fylgjara: 100 kr.

-Børn 0–16 ár: ókeypis

GG: Hóast børn hava ókeypis atgongd, skal atgongumerki bíleggjast á netsøluni.

Atgongumerki verða IKKI seld við dyrnar, og øll verða tí biðin um at keypa atgongumerki frammanundan á netsøluni.

(Árskortini hjá NSÍ eru ikki galdandi til hendan dystin)

Málini hjá FC Lugano kunnu síggjast niðanfyri

Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:

FBS – Føroya Betongsaging

Kiosk Vár

Voyt

Storm