Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.08.2022 22:08

NSÍ hevur kært B36-innskiftingina

Mynd: In.fo

Kelda: KVF

NSÍ hevur kært innskiftingina av Ragnari Samuelsen til Fótbóltssambandið. Tað váttar NSÍ-formaðurin, Dánjal Hansen.

NSÍ hevur kært innskiftingina av Ragnari Samuelsen til Fótbóltssamband Føroya. Tað sigur NSÍ-formaðurin, Dánjal Hansen, við Kringvarpið. 

Bolt.fo skrivaði fyrr í kvøld, at B36 sendi Ragnar Samuelsen á vøllin í 2-1 sigrinum á NSÍ í dag, uttan at hesin stóð á talgilda dómaraseðlinum, sum verður útfyltur áðrenn dystin.

Dómarin í dystinum, Rúni Gaardbo, váttar fyri bæði Bolt.fo og Kringvarpinum, at nummar 24, Ragnar Samuelsen, kemur á vøllin í 91. minutti, men er ikki á dómaraseðlinum.

 – Dysturin er liðugur, og vit skulu føra dómaraseðilin inn, og har fáa vit ikki endaliga skrásett útskiftingina. Hendan kunning er send til FSF, sigur Rúni Gaardbo við bolt.fo í kvøld.

NSÍ hevur sent kæru til Fótbóltssamband Føroya eftir dystin.