Mynd: NSÍ
Í kvøld var eyka aðalfundur hjá NSÍ í hølum felagsins. Áhugin var stórur, og uppmøtingin var óvanliga góð, tí hølini rúmaðu illa øllum, ið møttu upp.
Eittans mál var á skrá: Val av starvsnevnd.
Formaðurin seinnu árini, Dánial Hansen tók orðið fyrst, og takkaði fyri seg og takkaði vegna nevndina fyri allan stuðul og hjálp tey hava fingið frá øllum í felagnum. Tíðin er komin til at onnur traðka til, legði hann afturat at enda. Sonni L. Petersen varð valdur fundarstjóri, og byrjaði hann við at lesa eitt skriv frá fráfarandi nevndini upp. Her varð kunnað um, at øll í nevndini trektu seg, og vístu tey síðani á ein bólk, ið stillaði upp sum ein samlað eind. Einki mótboð var, og aðalfundurin tók einmælt undir við valinum.
Nýggja nevndin skipaði seg beinavegin:
Karstin Joensen, formaður
Andrias Lamhauge, næstformaður
Annika Due Jacobsen, peningarøkil
Bárður Højgaard, skrivari
Tanja Huneck, nevndarlimur
Dan Lamhauge og Oddvør Jacobsen eru valdir eykalimir.
Nýggi formaðurin í NSÍ tók orðið og vísti á, at tað er nú, at tørvur er á at standa saman. Neyðugt er við øllum góðum kreftum í felagnum, og tað er at fegnast um, at øll í fráfarandi nevnd hava játtað seg til ymiskar uppgávur í arbeiðsbólkunum, sum nú verða skipaðir undir starvsnevndini.
Frá nýggju nevndini verður sagt, at tey beinanvegin fara undir at fyrireika komandi kappingarárið hjá felagnum.
Deil á Facebook