NSÍ skrivar:
Í morgun fór hópurin hjá betri monnum av landinum.
Fyrst gongur leiðin til Keypmannahavnar, har teir hava eina venjing seinnapartin. Seinni í kvøld flúgva teir víðari til Helsinki.
Hóskvøldið verður seinni dysturin ímóti HJK Helsinki. Við einum flottum 4-0 sigri á heimavølli farna hósdag, hava okkara menn góðan møguleika at spæla seg víðari í Conference League.
Tó er einki avgjørt enn. Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Dysturin verður kl. 17.00 føroyska tíð