Í gjár vann NSÍ ein sannførandi 6-0 sigur á EB/Streymi við Løkin, og harvið var uppflytingin til Betri deildina endaliga staðfest.
Málini hjá NSÍ skutu Steffan A. Løkin (3), Meinhard Geyti, Sølvi Sigvardsen og Búi Egilsson.
Skála hevur eisini tryggjað sær uppflyting, tað gjørdu teir fyri tveimum vikum síðani.
Enn er tó nakað av spenningi eftir, um hvør fer at enda ovast í deildini. Í løtuni liggur Skála fýra stig frammanfyri NSÍ, og fimm umfør eru eftir at leikaí 1.deild.