Aga-og etiska nevnd hjá Fótbóltssamband Føroya hevur í dag gjort úrskurð um hendingina við Løkin fríggjakvøldið tann 28. juni í ár, har, nú fyrrverandi NSÍ ítróttarstjórin, Eyðsteinn Skipenes, er útihýstur frá fótbólti undir FSF til endan av kappingarárinum 2027, meðan formaðurin, Karstin Joensen hevur fingið bót fyri sína útsøgn eftir dystin, samstundis sum sjálvt felagið er dømt fyri at áskoðarar tveittu lutir inn á vøllin.
Men eitt sum kanska er áhugavert, sæð við brillum útifrá, er at í nevndini sum hevur (dømt) gjørt útskurðin av hendingini, felagnum og ítróttarstjóranum, eru tveir fyrrverandi NSÍ´arar, nú løgfrøðingar, sum hava dømt sítt barndómsfelag.
Jóhan Troest Davidsen, fyrrverandi NSÍ leikari og nú løgfrøðingur og Ken Nónklett, eisini fyrrverandi NSÍ leikari og løgfrøðingur sita báðir í aga-og etiskunevnd. Báðir hava slitið sínar fótbóltsskógvar við Løkin.
Tað var eisini ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðsteinn Skipenes, sum afturi í 2017 var við til at gera sáttmála ,við júst Jóhan Troest Davidsen, tá ið hann flutti úr HB og innaftur til barndómsfelagið við Løkin at spæla.
Um dómurin við útihýsingini hjá ítróttarstjóranum er rættvísur ella ikki, er ikki nemt at meta um.
Men tann 25. mai 2017 tók aga-og etiskanevndin hjá Fótbóltsamband Føroya avgerð um at fótbóltsleikarin, Jóhan Troest Davidsen, skuldi fáa 6 dagar leikbann fyri “at sýna óhøviskan og ósømuligan málburð móti dómarinum umframt ágangandi og forhánisligan atburð við at nærkast dómarinum við fremstafingri fremst og upp í andlitið á dómarinum.”
Hjá NSÍ eru tey ikki nøgd við útskurðin og formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, váttar eisini fyri Eysturoyarportalinum, at felagið hevur kært útskurðin hjá aga-og etiskunevnd viðvíkjandi dóminum hjá ítróttarstjóranum.
Í úrskurðini verður upplýst:
Ken Nónklett hevur tikið seg burturúr viðgerðini vega ógegnið í mun til NSÍ sum felag. Meðan Jóhan T. Davidsen hevur tikið seg burturúr viðgerðini og avgerðini viðvíkjandi málsevni 2. veegna persónligan kennskap
*
Deil á Facebook