Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2025 15:14

Novembur 2025

Mynd: Hvanndalur í Vági, 18.11.2025. Myndatakari er Finn Johannessen.

Veðurstova Føroya

Novembur mánaðurin í ár hevur verið skiftandi, men ikki so langt frá tí, sum væntað er av seinasta heystarmánaðinum í árinum.

Veðrið henda novembur mánaðin hevur verið skiftandi, sum væntað er av seinasta heystarmánaðinum í árinum. Nakrir illfýsnir dagar hava verið, og vit hava hoyrt onkran havt á orðið, at teir hava verið í meira lagið. Niðanfyri er hugt eitt sindur eftir mátingunum henda mánaðin, sum eru fingnar til høldar frá veðurstøðunum, ið Veðurstovan rekur. Hesi tølini eru heintað úr skipanini, sum er undir knøttinum Veðursavn á heimasíðuni vedur.fo, og eru sett eitt sindur øðrvísi saman í talvu 1 niðanfyri.

Hitin

Miðal hitin í Tórshavn hendan novembur mánaða var 5,3 stig, sum er eitt vet kaldari enn miðal hitin fyri allar novembur aftur til og við 1990, sum er 5,7 stig (mynd 1). Heitasti novembur mánaði, sum hevur verið síðani veðurmátingar byrjaðu í Tórshavn í 1872, var í 2022 við 8,4 stigum. Tann kaldasti novembur undan hesum var í 2019, tá ið miðalhitin var 4,4 stig. Samanbera vit við hinar veðurstøðirnar í talvu 1, so sæst, at við undantaki av Eiði var tað sum heild heitari á hinum støðunum, og í miðal heitast á Akrabergi við 6,1 stigum. Mátarin á Eiði stendur í 177 m hædd, sum er væl hægri enn hinar støðirnar, og er hetta partur av orsøkini til lægra miðalhitan har. 

Teir fyrstu 11 dagarnar í novembur í ár var hitin í Tórshavn millum 6 stig og 11,3 stig. 3. novembur var heitasti dagurin í Havn. Yvirhøvur var tað rættiliga lýtt kring alt landið hesar fyrstu dagarnar í mánaðinum. Mátarin í Fugloy nært við 12,2 stig, og mátarin á Akrabergi nært við 12,1 stig, sum er rættiliga heitt fyri árstíðina, men tó nakað kaldari enn metmátingin à 15,7 stig, sum sæst í mátingunum í Tórshavn síðani 1872.

Kaldasta mátingin í Tórshavn farna mánaðin var 20. novembur. Tá vórðu máld -2,8 stig, og var tað bert á Eiði at mátarin kreyp eitt sindur lægri til -2.9 stig hendan sama dag. Kuldametið í mátingum í Tórshavn síðani 1872 er -8.4 stig.

Mynd 1: Miðalhitin fyri novembur mánaðar aftur til ár 1990. Heila linjan vísir miðalhitan fyri novembur í 2025, meðan brotna linjan vísir miðalhitan fyri allar novembur mánaðar aftur til og við 1990. Tølini eru heintað úr skipanini undir vedur.fo/vedursavn.

Avfall

Í novembur vísir regnmátarin í Havn tilsamans 119,4 mm, sum er væl turrari enn bæði á Eiði við 151.0 mm og í Fugloy við 209.4 mm. Tíverri hava regnamátaranir á Akraberg og Mykinesi ikki verið virknir í stóran part av hesum mánaðinum, og tí hava vit teir ikki við her. Tølini fyri Havnina aftur til 1990 vísa eitt miðalavfall à 145,3mm (mynd 2), og miðal fyri árini aftur til 1890 er 144,1 mm. Eftir hesum er novembur í ár nakað turrari enn miðal. Tað fullu einans 41.5 mm í turrasta novembur mánaðinum síðani ár 1890, men vátasti mánaðin vælsignaði Havnina við 297,7mm, og hendi tað í 2011 (mynd 2). 

Mynd 2: Avfall fyri novembur aftur til ár 1990. Heila linjan vísir miðalavfallið fyri novembur í 2025, meðan brotna linjan vísir miðalavfallið fyri allar novembur mánaðar aftur til og við 1990. Tølini eru heintað úr skipanini undir vedur.fo/vedursavn.

Vindur

Í miðal fyri mánaðin var vindurin millum lot og frískt lot á øllum veðurstøðunum (talva 1). Mátið, sum veðurstovur brúka í fráboðanum um vind, er miðalvindur yvir 10 minuttir. Hyggja vit eftir hesum mátingunum í talvu 1, so var tað bert á Eiði og á Akrabergi, at vindurin var oman fyri 20 m/s, men var tað bert í 1% ella minni av mátingunum. Á hesum báðum støðunum var um fjórðingurin av mátingunum millum 10 og 20 m/s, meðan hesin vindurin bert var máldur í um 10% av mátingunum ella minni á hinum støðunum. Verður hugt eitt sindur nærri eftir tølunum, so sæst at hesin vindurin var serliga, meðan ættin var útsynningur og norðan. Útsynningurin sæst serliga aftur í mátingunum á Akrabergi, Mykinesi og Tórshavn, men orsakað av lendinum millum landsynning og sunnan á Eiði. Norðurættirnar eru eyðsýndar á Eiði, men eru meira eystarliga á hinum støðunum. Verða mátingarnar á Fugloy samanbornar við tær á Eiði, so sæst norðanvindurin ikki aftur í Fugloy, og kemst hetta av staðsetingini av mátistøðini í brekkuni við Kirkjar í lívd av norðanættini. At døma eftir hesum mátingunum, so royndist hesin novembur mánaðin væl til vind við Kirkjar. 

Treyðugt so, okkurt nosið var í farna novembur, har hvirlurnar rukku upp um hvassan storm, og var tað einahelst í landnyrðingsveðrinum tann 11-12 novembur, at tær harðastu hvirvlurnar vórðu máldar, men eisini norðan nosið 27. og 28. novembur hevði harðar hvirvlur á øllum støðunum. Harðastu hvirvlurnar í Havn vóru tó á landsynningi 4. novembur, og sást hetta illveðrið eisini á hinum støðunum, men tó ikki sum mátingarnar við harðastu hvirlunum.

Veðurkortini

Mynd 3: Veðurkort frá fýra døgum í novembur 2025 heintaði frá www.wetterzentrale.de

Fyrstu dagarnir í mánaðinum lág eitt lágtrýst vestanfyri, sum gav heilt fitt av vindi Tað nærkaðist fyrst av útsynningi og síðani av landnyrðingi, tá ið tað fór framvið 5. novembur (mynd 3a) og sendi eitt brúgvalag við regni hendanvegin 7. novembur (mynd 3b). Næstu dagarnir var hetta lágtrýstið liggjandi eystanfyri, meðan eitt nýtt lágtrýst nærkaðist vestaneftir, og Føroyar komu at liggja í økinum millum hesi bæði lágtrýstini við lítlum vindi. Hesar fyrstu dagarnar í mánaðinum vóru rættuliga lýggir, yvirhøvur millum 6 og 11 stig, tí lágtrýstið vestanfyri í fleiri dagar dró lýggja luft sunnaneftir norður í økið frá Føroyum og eystureftir (mynd 3b). 

Lágtrýstið, sum fór eysturum, legði seg eystarlaga í Barentshavið og dýptist har, meðan lágtrýstið vestanfyri helt leiðina suður um Írland og síðani í eystan yvir Norðurevropa. Hetta hevði við sær eitt hátrýstsøkið yvir okkara leiðum sum var liggjandi við køldum luftráki norðaneftir við fleiri stillum døgum heilt fram til 21. nov. Tó, stundum vóru løtur við upp til frískan vind orsakað av grunnum og minni lágtrýstum, ið mentust her á leiðunum og fóru framvið (mynd 3c). Móti endanum av hesum tíðarskeiðinum førkaði hátrýstið, sum vanliga liggur við Asorunum, seg eystur móti Portugal, og dró heita luft norður í Atlantshavið. Hetta hevði við sær heldur lýggjari rák, hóast hann framvegis yvirhøvur lá norðaneftir, tó við løtum niður í vestan.

Tann 27. nov var støðan rættuliga lík henni fyrst í mánaðinum við tveimum lágtrýstum liggjandi ávikavist eystan og vestanfyri, men hesaferð dýptist lágtrýstið vestanfyri, meðan tað hevði beina kós móti okkum. Hetta gav okkum fyrst heilt fitt av vindi og regni av landsynningi, og tá tað var farið eystur um eitt heldur kaldari nos høgt so frætt, at tað kendist, at veturin nærkaðist. Í kjallarvørrinum av hesum lágtrýstinum mentist enn eitt lágtrýst í Norðsjónum, sum gav eitt lot av landsynningi, ið gamaní ikki kundi kallast lýtt, men hevði so frætt av hita við sær, soleiðis at vit ikki fóru inn í fyrsta vetrarmánaðin í kuldastigum.

So samumtikið ein novembur mánaði ikki so langt frá miðal av tí, sum vit finna í mátingunum. 

Talva 1: Miðaltøl fyri mátingarnar í novembur mánað á veðurstøðunum hjá Veðurstovuni. Talvan er grundað á tøl, sum eru heintaði úr skipanini undir vedur.fo/vedursavn.