Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2023 09:10

Norðurlendska grundlógin skal dagførast – Johan luttekur í arbeiðnum

Mynd: Sambandsflokkurin

TÍðindaskriv/ Sambandsflokkurin

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur á summarfundi í Trondheim gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at útgreina tørvin fyri eini dagføring av Helsingfors sáttmálanum – ofta nevnd “grundlógin” fyri norðurlendska samstarvinum.

Johan Dahl luttók á fundinum, og varð valdur í arbeiðsbólkin.

– Eg eri sera glaður fyri at verða valdur sum føroyska umboðið í arbeiðsbólkinum. Føroysk ynski og áhugamál mugu vera væl umboðað í útgreiningini av tørvinum at dagføra sáttmálan. Eg gleði meg til, at arbeiðið fer í gongd.

Sáttmálin var seinast dagførdur í 1996.

Les meira á leinkjuni: https://www.norden.org/da/node/81543