Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2022 15:09

Norðurlendsk Special Olympisk fimleikakapping

Mynd: Parasport føroyar

Leygardagin 22. oktobur verður Norðurlendsk Special Olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn.

Tað eru Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið sum skipa fyri kappingini.

Luttakarar í kappingini koma úr Íslandi, Danmark, Noregi og Føroyum.

Framførslurnar byrja kl. 09.00 tá flokking av íðkarunum er á skránni.

Kl. 11.45 verður setanarhald, og sjálv kappingin verður frá kl 12.00 til uml. kl 15.00

Endamálið við kappingini, er at geva føroysku fimleikarunum, Loppunum, møguleika at kappast á heimagólvi, at menna samstarvið ímillum fimleikaumhvørvini í norðurlondum, og at vísa á møguleikan hjá fólki við menningartarni at gera fimleik.

Øll eru vælkomin at hyggja eftir kappingini, og tað er ókeypis atgongd.

Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið