Norðurlandahúsið
Hitatúrar, at vera gloymsk, liðapína, vánaligur svøvnur og at missa hárið. Kennir tú hetta aftur? So ert tú kanska millum tær, ið Norðurlandahúsið leitar eftir.
Í heyst verður Norðurlandahúsið karmur um nýggja leiklistafestivalin – VERK – Nordic Stage Days, sum savnar listafólk og áskoðarar úr øllum Norðurlondum. Á skránni verður eitt nú dansisýningin When the Bleeding Stops, sum er um at vera kona í skiftisárunum.
Sýningin, sum íslendski koreografurin, Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, stendur fyri, fer inn á, hvussu tað er at vera kona, at eldast og at bróta tøgnina, sum er um skiftisárini.
Í hesum sambandi leitar Norðurlandahúsið eftir føroyskum konum í aldrinum 45-65 ár, ið eru í skiftisárunum, og sum høvdu havt hug at verið við í sýningini. Ikki er neyðugt við nøkrum royndum í dansi, men tú skalt tíma at standa á palli og røra teg.
Festivalurin VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.–4. oktober í Norðurlandahúsinum.
Evsta freist at melda seg til sum luttakara í When the Bleeding Stops er 22. august.
Áhugaðar kunnu melda seg til og lesa meira her:https://www.nlh.fo/fo/tidindi/tidindi-ur-nordurlandahusinum/kundi-tu-hugsad-taer-at-verid-vid-at-sett-sjoneykuna-a-skiftisarini