Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.02.2025 12:43

Norðuratlanttiski studentaflokkurrin

Grein

Hvat er NGK?

Norðuratlantiski studentaflokkurin, stytt NGK, er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentaútbúgving. Sum næmingur í NGK gongur tú í flokki saman við næmingum úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Danmark tey trý árini. Tit verða ein savnaður flokkur, sum ferðast og gongur í skúla saman í teimum norðuratlantisku londunum.

Hvussu er við bústaði og útreiðslum?

Í Danmark og Grønlandi fert tú at búgva í einari lestraríbúð og á einum skúlaheimi, eins og floksfelagarnir. Í Føroyum og í Íslandi fert tú at búgva privat hjá einari familju. Kostnaðurin fyri eina lestraríbúð í Danmark liggur um 5000,- pr. mánað, meðan kost og logi í Føroyum og Íslandi, fyri eitt kamar hjá einari vertsfamilju, er uml. 4500,- pr. mánað. Í Grønlandi búgva næmingarnir á einum skúlaheimi, har tey gjalda 850 kr. um mánaðin, og næmingarnir standa sjálvir fyri matgerð og innkeypinum, eins og tey gera tað í Danmark.

Tað eru ikki eyka útreiðslur til fakbøkur, men eitt gjald fyri at kopiera o.a. kann koma fyri. Harafturat, so kunnu verða útreiðslur knýttar at ymiskum tiltøkum, sum td. intro túrum, útferðum og líkandi. Eingin útreiðsla er til námsferðir.

Næmingarnir skulu gjalda fyri ferðing, uppihald og livikostnað. Skúlarnir arbeiða málrættað við at fáa stuðul til nakrar av útreiðslunum frá grunnum og fyritøkum, til dømis Nordplus og NATA.

Hví velja norðuratlantiska studentaflokkin?

Vit halda, at næmingar í norðuratlantiska studentaflokkinum fáa nakað heilt serligt við sær við at vera í hesum flokkinum. Í norðuratlantiska økinum hava vit ein sterkan mentanarligan felagsskap, sum vit leggja serligan dent á. Næmingarnir lesa og búgva í fýra londum, sum hava nógv til felags, men sum eisini geva næmingum hvør sítt serliga fokus á norðuratlantiska fakligheit. Næmingarnir skulu ikki bert lesa saman, men búgva eisini saman størsta partin av tíðini í ungdóms- og skúlaheimsbústøðum, og hetta gevur eina kenslu av felagsskapi, og at ein er partur av eini størri ”familju”. Tilsamans skapar hetta sterk sosial bond. Við einum studentsprógvi frá NGK fær næmingurin møguleika at verða til reiðar til framtíðarinnar arbeiðsmarknað við stórum opinleika, har hædd verður tikin fyri ymiskleika, uppfatan av fólkaræði og mentan við fokusi á eitt sterkt norðurlendskt og norðuratlantiskt netverk.

Hvussu søkir tú um upptøku til norðuratlantiska studentaflokkin?

Tú skalt søkja um upptøku í seinasta lagi 1. mars. Næmingar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi søkja um upptøku við at senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk og kambsdalur@kambsdalur.fo. Umsóknin skal skrivast á donskum.

Les meira um NGK-útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk, ella ring til Magna Høgnesen, altjóða samskipari á Miðnám á Kambsdali, á telefon 221070.

Breyt og lærugreinir í norðuratlantiska studentaflokkinum

Tú fært eina almenna studentaútbúgving, har profillærugreinarnar eru biotøkni A, arktisk tøkni C, støddfrøði A og alisfrøði B. Allir næmingar hava danskt A og undirvísingin er á donskum.

Føroysku, íslendsku og grønlendsku næmingarnir hava móðurmálsfrálæru í ávikavist føroyskum A, íslendskum A og grønlendskum A. Donsku næmingarnir skulu velja millum franskt B, týskt B og grønlendskt A.