Mynd: Framsókn
Árni M. Dam av Norðskála hevur í dag fyribils tikið sæti á Føroya Løgtingi.
Karlot Hergeirsson, tingmaður, bað undan tingfundinum í dag um farloyvi, og eftir at valbrøvini vóru kannað, varð Árni M. Dam boðin vælkomin at taka sessin.
Árni M. Dam gjørdist nummar seks á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum 8. desember 2022 við 102 atkvøðum.
Við tað at Framsókn fekk tvey fólk í landsstýrið, fingu bæði fjórði og fimti maður/kvinna, ávikavist Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen, fast sæti í tinginum.
Nú hevur átekur Árni M. Dam so á fyrsta sinni tikið sæti sum fyrsti eykavaldi hjá Framsókn
