Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.06.2025 12:08

Norðoya Sparikassi lækkar renturnar

Tíðindaskriv/ Norðoya Sparikassi

Í síðstu viku lækkaði Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna, og tí lækka renturnar í Norðoya Sparikassa eisini. 

Talan er um hesar broytingar, sum umfata bæði privat- og vinnukundar:

  • Útlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum
  • Innlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum

Broytingarnar koma í gildi 22. juli 2025.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.