Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2026 15:12

Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Tíðindaskriv/ Norðoya Sparikassi

Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 12. juni, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini. 

Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 20. august 2026. 

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.