Eyp grein
Tann 13. oktober í fjør almannakunngjørdi fótbóltsfelagið B68 á Toftum, at felagið hevði gjørt sáttmála við 28 ára gamla norðmannin, Kevin André Madsen, sum varð settur sum høvuðsungdómsvenjari.
Og skuldi hann byrja í starvinum 1. januar 2026.
Hóast ættarbondini millum Føroyar og Norra eru aldargomul og sterk, og málið til tíðir kann líkjast eitt sindur, so var hetta ein maður uttan sín líka, sum veruliga hevði ein áhuga og tokka fyri Føroyum, tí føroyska málinum og føroyskum fótbólt sum heild.
Eftir at hava hoyrt um hendan dámliga unga norðmannin á Toftum, sum prátaði nærum flótandi føroyskt, avgjørdi Eysturoyarportalurin at seta honum stevnu hendan fríggjamorgunin á skrivstovuni hjá honum á Svangaskarði.

Í gongin á Svangaskarði, tekur Kevin ímóti og sigur á føroyskum góðan morgun.
Kenda gongin er nógv broytt seinastu árini. Í hesi gongini stóðu í gomlum døgum stórar fótbóltshetjur.
Ryan Giggs, Ian Rush, Mark Hughes, Gheorghe Hagi, Josep Guardiola, Fernando Hierro, Sinisa Mihajlovic, Dragan Stojkovic og Pedrag Mijatovic, fyri at nevna nakrar.
Allir lið um lið við føroyska landsliðið, áðrenn traðka varð út á heimskenda grasvøllin á Svangaskarði. Ein tíð sum nú er farin.
Í dag er gongin gjørd um og prýdd við hópin av gomlum myndum og slagorðum hjá B68. Eisini verður hon brúkt sum eitt savningarstað hjá viðhaldsfólki hjá B68 til kaffi og hugnaprát.
Og tað er millum annað her at dagligdagurin hjá Kevin verður brúktur.
Men hvussu ber tað so til, at áhugin fyri Føroyum og føroyskum fótbólti er so stórur? Og hvaðani er hann komin?
Kevin greiðir frá, at hann er uppvaksin í Bergen. Hann sigur, at hann altíð hevur verið Brann Bergen fjeppari og fylgt felagnum síðani hann fekk skil fyri fótbólti.
Og tá ið so føroyingurin Gilli Rólantsson bleiv keyptur og skrivaði undir fyri Brann Bergen í 2016, so vakti tað veruliga ein áhugan fyri føroyskum fótbólti hjá unga norðmanninum.
Hann leggur afturat, at tað hevur eisini verið onnur smávegis ting sum eru hend áðrenn tað, sum onkursvegna hava skapt áhugan fyri Føroyum og sett seg fast í bakhøvdið onkustaðni.

Í mars 2020 legið annars Covid-19 farsóttin mest sum alt lamið, alt samfelagið og allan heimurin bleiv stongdur niður.
Ikki bara í Norra, men mest sum í øllum heiminum, varð fótbóltin eisini raktur og niðurlagdur.
Men ikki í Føroyum og í bestu deildini í Hvítarusslandi. Har bleiv spælt víðari mest sum at einki var hent.
Og av tí, at fótbóltsáhuga runt allan heimin mest sum hungraðu eftir at síggja beinleiðis fótbólt í sjónvarpinum, endaði tað við, at rættindini til føroysku deildin blivu keypt og send beinleiðis í norskum sjónvarpi.
Nakað sum setti føroysku fótbóltsdeildini veruliga á evropakortið.
Hetta gav veruliga blóð uppá tonna hjá unga norðmanninum fyri vestan, sum nú fekk møguleikan at fylgja við beinleiðis við Betrideildini heima í heitu stovuni í Norra.

Tað var um hesa tíðina, at hann setti seg sær fyri at læra seg føroyska máli. Hann byrjaði í smáum, men fann skjótt útav, at nógv av orðinum líkist nógv ella mintu um hvørt annað.
Orðabókin varð nógv brúkt, men tað var kanska serliga við at sita og lurta eftir føroyskum viðmerkjarunum til dystirnar, at hann lærdi seg málið.
Tað var eisini har, at dreymurin kiknaði og tankarnir um at finna sær eitt arbeiðið í Føroyum og innan føroyskan fótbólt veruliga byrjaði.
Hann fylgdi síðani meira og meira við hvussu tað gekk í føroyskum fótbólti, bæði í heimligu kappingini í Føroyum, men eisini við A-landsliðnum hjá monnum, har hann fylgdi væl við. Og ramsar síðani mest sum øll mótstøðuliðini Føroyar hava møtt seinastu 10 árini og øll úrslitini.
Hann sendi tískil fleiri umsóknir avstað til Føroyar, men hoyrdi tó ongantíð nakað aftur.
Men, tá ið hann so sá at B68 søkti eftir einum høvuðsungdómsvenjara, varð hann skjótur at skrivað eina umsókn og senda hana avstað.
Hetta var ein góður møguleiki helt hann. Men væntaði einki, men vónaði tað besta.
Áðrenn hetta hevði hann vitjað Føroyar nakra ferðir. Í 2022 hevði hann verið í eina viku í Føroyum, har hann hevði hugt eftir tveimum dystum hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í Nations League.
Og í 2023 var hann aftur, hesuferð í nærum tvær vikur, har hann hugdi eftir øllum dystunum hjá teimum føroysku feløgunum í evropeisku kappinginum.
Men so ein dagin ringdi telefonin hjá honum. Í hinum endanum var Jóhannus Danielsen, formaðurin í B68, sum segði, at felagið hevði lisið umsóknina og dámdi teimum hana so væl, at felagið vildi bjóða honum starvið.
Hann fleyg so til Føroyar í oktober í fjør, har hann so undirskrivaði sáttmálan við felagið á Toftum sum høvuðsungdómsvenjari.

Kevin er útbúgvin ítróttarleiðari í Norra, og er í fer við at taka venjaraprógv hjá Fótbóltssamband Føroya í løtuni.
Kevin byrjaði annars sína venjaraleið sum hjálparvenjari hjá smádreingjum, tá ið hann einans var 15 ára gamal, við D11-liðnum heima í Noregi.
Frá 2019 og fram til 2025 var hann venjari fyri ymisk lið, og hevur hann royndir frá feløgunum so sum Frøya, sum er barndómsfelagið hjá honum, Træff, Bryne, Frøyland og Sandnes Ulf.
Seinastu tvey árini arbeiddi Kevin fulla tíð sum ítróttarstjóri fyri barns- og ungdómsdeildina hjá Sandnes Ulf.
Hann sigur, at hann leikti nógv fótbólt tá ið hann var yngri, men varð hann ongantíð nakar stórur fótbóltsleikari, og sá tí skjótt at yrkisleikari fór hann ongantíð at verða. Og valdi tí venjaraleiðina í staðin.
Í dag hevur hann høvuðsábyrgdina av ungdómsfótbóltinum hjá B68, har hann m.a. skal leggja strategiskar ætlanir fyri ungdómsvirksemið og at arbeiða við at hava ein reyðan tráð í gjøgnum allan ungdómsfótbóltin á Svangaskarði.
Hóast hann ikki er settur sum venjari hjá nøkrum ungdómsliðið, so tekur hann sær tó av venjingum hjá teimum ymisku liðinum, tá ið tørvur er á tí, bæði á dreingja- og gentusíðuni. Og tað dámar honum væl og fellur tað eisini honum sera lætt, sigur hann.
Við sær til Føroyar hevur hann eisini unnustu sína, sum hevur fingið fast starv á frítíðarskúlanum á Svangaskarði, bert eitt hanagleiv frá vøllinum og skrivstovuni, har hann situr til dagliga.
Tey bæði, Kevin og Sandra Idland, búgva á Nesi.

