Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.03.2025 08:37

NORÐKRAFT rópa “Skít! Líkamikið” við ferð á!

Tíðindaskriv

“ROKKURIN SKAL ÚT!!!” rópa garparnir í NORÐKRAFT, sum nú geva út triðja staklagið á hesum sinnið – “SKÍT! LÍKAMIKIД

Eftir ein støgð í fleiri ár, løgdu NORÐKRAFT romantiskt frá landi við staklagnum “Marianna” tann 1. november 2024. Beint áðrenn nýggjár – tann 27. december – settu rokk-garparnir ferðina upp við “Heim Frá Amerika”. 

Nú geva NORÐKRAFT út tað triðja staklagið á hesum sinnið. “Skít! Líkamikið” eitur meistaraverkið, og har er full ferð á. Ímynda tær at Green Day fekk eitt barn við Depeche Mode – so hevði úrslitið verið á leið sum nýggja lagið. Tað larmar! Júst sum rokkur skal!

Talan er um eitt lag, sum sangarin Edmund Jacobsen skrivaði fyri fleiri árum síðani, og sum nærum var gloymt. Men í samband við innspælingarnar í 2024 kom lagið lukkutíð undan kavi aftur. 

“Satt at siga vóru vit í holt við at spæla lagið inn longu í 2018, men av einari ella aðrari orsøk gjørdust vit ongantíð lidnir. Eitt sovorið lag skal Ikki bara liggja og savna dust. Sum vit plaga at siga: Rokkurin skal ÚT!” sigur guitarspælarin Mikkjal Hvannastein.

Á sama hátt sum við teimum báðum undanfarnu løgunum  – “Marianna” og “Heim Frá Amerika” hava Mikkjal og Edmund innspælt lagið saman við trummuspælaranum Matthew Anyanwu og bassleikaranum Peter Jakobsen. Edmund, Peter og Matthew hava innspælt í Esbjerg, ímeðan Mikkjal hevur spælt guitar, ljóðblanda og mastra heima í sínum egna studio – Studio Mike – í Klaksvík.

“Vit eru stak væl nøgdir við úrslitið. Hettar er rokkur av tí harða slagnum, og tað kann ongin nakrantíð hoyra ov nógv av,” sigur Edmund og flennur.

Skít! Líkamikið” kann stroymast fríggjadagin tann 7. marts á øllum teimum vanligu tænastunum. Eitt sjónbandslag, kann eisini njótast á YouTube: https://tinyurl.com/nk-skitlikamikid-video

SKÍT! LÍKAMIKIД – staklag við NORÐKRAFT

  • Orð og lag: Edmund Jacobsen
  • Lagt til rættis: Norðkraft
  • Producera: Mikkjal Hvannastein og Norðkraft
  • Ljóðbland og mastering: Mikkjal Hvannastein
  • Permugrafikkur: Stine Tobisen & Edmund Jacobsen
  • Sjónbandslag: Edmund Jacobsen
  • Upptøkur vóru gjørdar í ávíkavist Esbjerg og Klaksvík
  • Sang, kór og ljómborð: Edmund Jaocbsen
  • Guitar: Mikkjal Hvannastein
  • Trummur og kór: Matthew Anyanwu
  • Bass og kór: Peter Jakobsen