Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2025 18:04

Nólsoyar Páll til Strendur

Sjóvar kommuna

Uml. kl. 15.30 í dag kom sluppungin Nólsoyar Páll á Langanes á Strondum.

Nólsoyar Páll hoyrdi til Strendur árini 1951-1971. Eigari var Christian Andreassen, vanliga nevndur Gigga. Hann sigldi m.a við ferðafólki, og nógv hava nógv góð minnir um túrarnar við hugfarsliga Gigga.

Norðoya Fornminnafelag yvirtók skipið í 1971, men hava tey nú bjóðað Sjóvar Fornminnafelagi skipið, tí tey hvørki hava orku ella tíð at taka sær av honum.

Sjóvar fornminnafelag hevur heldur ikki umstøður, tíð ella orku at varðveita hann, men halda tað verða spell, um hann verður burturbeindur. Tey hava tí heitt á Sjóvar kommunu um vælvild at fáa skipið til bryggju á Strondum, við vón um at áhugið er millum fólk at varðveita hann. Tað kundi verið nøkur, sum tóku seg saman í eitt áhugafelag, sum hevði til endamáls, at seta hann í stand, sum til dømis er gjørt við Dragan í Klaksvík og Johannu í Vági. Skipið er tætt, hevur fingið nýtt dekk, men hevur ongan motor.

Fólk eru vælkomin oman í Langanes at taka ímóti Nólsoyar Páll.

Niðanfyri sæst ein mynd av Nólsoyar Páll í 1950-unum.