Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2025 09:23

Nógvur vindur leygardagin: Áheitan til borgarar í Eysturkommunu

Veðurforsøgnin sigur at tað fer at verða heilt nógvur vindur leygardagin.

Í tí sambandi heitir Eysturkommunu á allar sínar borgara um at rudda alt leyst burtur, og at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, t.d. trampolinir og havastólar o.a. sum kunnu verða til ampa, nú veturin av álvara nærkast og tætt kann verða millum stormarnir.

Um tað er onkur borgari sum hevur brúk fyri hjálp, antin at tryggja lutir ella surrað okkurt fast, so kunnu tey ringja til átaksleiðarin á tlf. 730114.