Tað verður sagt frá nógvum vindi komandi samdøgnið. sambært Veðurstovu Føroya, fer vindurin í kvøld og í nátt at veksa upp í hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s.
Í morginárini fer vindurin at veksa upp í skrið ella storm av útsynningi, millum 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s.
Í teimum støðum kring landið har ættan er ring kunnu hvirlurnar gerast harðar.
Tí er tað skilagott, nú tað verður sagt frá nógvum vindi, at rudda alt leyst burtur, og at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, sum kunnu verða til ampa ella gera skaða.