Tey sum hava koyrt framvið í Leirvík seinastu dagarnar hava óivað sæð hundraðavís av bláum tunnum liggjandi allastaðnis á kaiini rundanum framleiðsluvirkið Tavuna.
Virksemið í Tavuni umfatar fiskasløg, umframt gulllaks, so eisini makrel, sild og brisling.
Nicolas Stauss, virkisleiðari á Tavuni, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at hetta er tíðin, tá ið brislingur verður fiskaður runt í firðunum í Føroyum.
Hesa vikuna eru góðar 1200 tunnur pakkaðar.
Brislingurin verður eisini støddarskildur í Tavuni, sigur hann. Stóri brislingurin fer í tunnir, miðal støddin verður fryst, meðan tað minsta fer til fóður.
Nicolas sigur, at í tunnuni er salt, sukur og ein kryddblanding, sum verður fingin frá kundanum.
Hann sigur víðari, at hesa vikuna er alt farið í tunnur. Hann sigur at 38 stykkir (fiskar) verða taldir til eitt kg.
Tey hava krydda umleið 110 tons, tvs. 4,4 milliónir fiskar.
Hjá kundanum verður hvør einasti fiskur lagdur við hond í eina flakamaskinu og skorðin til flak. Fløkini verða pakkað í smáar dósir.
Árstíðin at fiskað brisling er frá miðskeiðis í novembur til mánaðarskifti januar/februar.
Brislingafiskiskapurin er skipaður sum royndarloyvir. Kvotan er samlað 400 tons, og hóast nógvur brislingur er at síggja, so er øll kvotan longu fiskað, sambært fráboðan sum kom frá Vørn í gjár.
Les eisini: Fullfermdur inn við brislingi (Myndir)
Myndir: Eysturoyarportalurin






